Soleiðis slepst undan at lækka útgjaldið úr ALS

Tey, sum fingu ágóðan av flatskattinum, skulu rinda meiri inn í Arbeiðsloysisskipanina.

Tað halda bæði Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, sum eru í andstøðu, og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum er í samgongu.

Tey siga, at soleiðis kann forðast fyri, at útgjaldið úr Als verður lækkað, soleiðis sum samgongan annars ætlar.

Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot frá samgonguni um at lækka útgjaldið úr ALS, samstundis sum at ein karantena eisini verður sett í gildi, soleiðis at arbeiðsleys onki útgjald skulu fáa úr ALS 10 teir fyrstu dagarnar, tey eru arbeiðsleys.

Andstøðan tekur ikki undir við hesum, men hevur eisini uppskot um, hvussu tað slepst undan at lækka útgjaldið úr Als.

Tey minna á, at tað er ikki langt síðani, at útgjaldið varð hækkað.

Ein grundgeving var, at ein góð arbeiðsloysistrygging er eitt av tiltøkunum, sum skulu forða fyri fráflyting.

- Í so máta er tað rætt og slætt avtoftingarpolitikkur at skerja útgjaldið aftur nú, sigur Aksel V. Johannesen, talsmaður fyri Javnaflokkin.

- Talan er um at minka útgjaldið úr ALS 12,5% tað fyrsta árið, so tað er ein rættiliga stór minking,staðfesti Bjørt Samuelsen.

Hon heldur, at fyri samfelafgsbúskapin er lítið skil í at minka keypiorkuna hjá teimum veikastum tí minka tey um eftirspurningin, rakar tað handilsvinnuna í Føroyum hart.

Jenis av Rana, sum situr í andstøðu vil ikki góðtaka, at samgongan gevur teimum ríku skattalætta og fer til tey minnu mentu við rokningini, sum hann málber seg.

Hvørki Bjørt Samuelsen, Jenis av Rana og Aksel V. Johannesen halda, at útgjaldið skal lækkast.

Ístaðin ber tað til at hækka inngjaldið ístaðin fyri at lækka útgjaldið, halda tey.

Og tað skal gerast við at tey, sum hava góðar lønir, og hava fingið skattalætta, rinda meiri inn í ALS.

Sostatt vilja tey hava, at skipanin verður broytt, so at øll ikki longur skulu rinda sama prosentpart av lønini í Als.

Tvørtur ímóti vilja tey hava, at prosentgjaldið í ALS skal veksa, so hvørt sum lønin veksur, so at tey, sum hava góðar lønir, rinda meiri í ALS grunnin enn tey, sum hava lágar lønir.

Í løtuni er ALS skipanin soleiðis, at ongin rindar prosentgjald í ALS av tí parti av lønini, sum er omanfyri 600.000 krónur um árið.

Hetta loftið vilja tey í andstøðuni hava tikið av.

Og so eru tað eisini summi sum halda, at tað ber til hjá Als at læna pening í ringum tíðin, sum síðani kann rindast aftur, tá ið tíðirnar batna, akkurát, sum ALS gjørdi í nítiárunum, tá ið peningur varð læntur úr Samhaldsfasta.