Tær eru nýggjar í Føroyum, og kanska er tað orsøkin til, at so mangur føroyingur rennur púra sligin av angist, veipandi við ørmunum oman og niðan á Áarvegnum undan vepsunum – eisini á Ólavsøku. Tí Ólavsøkan er ringasta vesputíð og harfrá verður tað bara verri í ein mánað ella so. Her eru nøkur boð upp á, hvussu tú fært vespurnar at halda seg burturi frá tær og tínum.
Piparmynt
Meðan sjokoláta, tær flestu litríku blómurnar og reyðvín fangar áhugan hjá vespunum, so eru tað nøkur luktilsi, sum fáa vespurnar at flúgva skríggjandi avstað. Øll sløg av myntu eru avskrekkjandi fyri vespurnar. Piparmynta er eitt luktilsi, sum ein saktans kann finna í alskyns kremum og fløskuluktilsum, sum beinleiðis fær vespurnar at halda seg langt vekk. Ein kanning prentað í Journal of Pest Management Science í 2013 sigur frá sera góðum úrslitum við piparmyntu olju. Tú kanst eisini hava piparmyntu í havanum og rundan um tey uttandura økini, har familjan heldur til, og haraftrat kanst tú keypa tær vatt í til dømis Matas, dippa tað í piparmyntu og leggja tað rundan um títt fríøki uttanfyri.
Bíða við tí søta
Meðan tað er freistandi at hava alt frá kandifloss til sodavatn og annað søtt í hondini, meðan man spákar oman og niðan á Áarvegnum, so er tað júst slíkt, sum tú skalt bíða við, til tú kemur innandura aftur. Tí um hesa ársins tíð eru vespurnar farnar út at leita eftir tí søta. Serstakliga dámar teimum fruktir, men alt við sukur lokkar. Sukurríkir drykkir, ísur, sjokoláta, vín – alt lokkar gulu vespurnar. Um tú vilt minka um vespafylgir aftaná tær, so lat vera við at eta ella drekka tað søta.
Ikki fara í gult
Nú er tað so vælumtókt at fríska sær føroyska búnan upp við nýggjum, mótarøttum pløggum. Um tú ætlar tær at sleppa undan vespunum, so lat gula plaggið liggja eftir heima – hvussu mótarætt tað tó enn er. Tó eru góð tíðindi til tey mótarøttu, tí reytt er eisini ein mást litur í summar, og meðan gult og hvítt lokkar vespurnar, er reytt ein litur, sum vespurnar als ikki síggja.
Ikki flippa!
Um ein vespa kemur ov nær, so er tað ringasta tú kanst gera, at byrja at veipa runt við ørmum og beinum í ótta. Tí slíkar rørslur eggja vespurnar enn meira, og tað eru størri sannlíkindi fyri, at tú verður stungin. Tak tað róligt og slepp tær burtur á ein stillisligan hátt. Og óansæð hvat tú gert, mást tú ongantíð órógva reiðri hjá vepsunum. Kemur tú ov nær, koma vespurnar út at verja heim sítt – og tá kann ganga galið.
Lat teg til myrkrið
Ljós lokkar vespur og onnur flogkykn til sín, og tí er fínt at lata myrkrið ráa so leingi, sum tú megnar. Hava tit eitt nú uttandurða veitslu, so halt teg frá at tendra stearingljós ella uttandura lampur, so leingi sum tú kann.









