Hárið verður ofta slitið, feittut og turt, tá vetrarkuldin herjir á, men ein yvirlækni á privata sjúkrahúsinum, Hamlet, hevur seks góð ráð ímóti hesum. Ein skal ikki vera nakar stjørnufrøðingur fyri at fáa bilbugt við keðiliga hárinum. Yvirlæknin á privata sjúkrahúsinum, Hamlet, Kaare Weismann sigur, at tað hvørki er vátt hár í kulda ella hársproytarin, ið uppturkar ella feittar hárið. Sjálvt baðið er syndarin.
Vaska ikki hárið ov ofta
Ringasti fíggindin er sápan. Kaare Weismann metir ikki, at ein eigur at vaska hárið ov ofta. Hárstráini, botnurin og røturnar verða turr, reyð og sjenerað orsakað av sápuni. Hársekkirnir framleiða meira tálg av tí sama, og hárbotnurin fer at síggja feittutur út. Kaare Weismann sigur, at ein eigur ikki at vaska hárið meira enn tvær ferðir um vikuna.
Turka varðliga
Turka hárið varðliga, sigur Weismann. Hárturkarin eigur ikki at vera ov heitur, tí ov nógvur hiti í ov langa tíð gevur >>hitabløðrur<< í hárbotnin, og hetta gevur síðan ov turran ella ov feittutan hárbotn.
Gníggja heldur ikki hárið ov skjótt og harðliga. Eitt handklæði slítur hárið meira enn ein hárturkari. Ein eigur at luftturka hárið fyri at veruliga verja tað.