Í sambandi við at tveir tilburðir við HUS eru staðfestir í Føroyum, samstarvar Heilsufrøðiliga Starvsstovan við Landslæknan fyri at finna orsøkina til at fólkini eru vorðin smittað.
Talan er um eitt barn og eitt vaksið fólk, sum eru smittað.
Í gjár var Heilsufrøðiliga Starvsstovan á barnagarðinum í Miðvági, har barnið gekk, og har kannaðu tey mannagongdirnar og umstøðurnar í sambandi við matgerðina á stovninum.
Men har varð einki at finnast at, segði Birna Mørkøre, á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, í tíðindunum á FM1 í gjárkvøldið.
Les eisini: Álvarsom sjúka í Vágum: Tey eru neyvan smittað av mati
HUS er ein álvarssom sjúka, sum ofta kemur av eini bakteriu, VTEC. Men fólk kunnu eisini fáa sjúkna av øðrum orsøkum.
Sjúka, sum er elvd av VTEC bakteriuni, vísir seg oftast við, at tey fáa leyst lív.
Eini 10 prosent av teimum, sum verða smittað við VTEC bakteriuni, fáa HUS, sum setir seg á nýruni, sum er álvarsamt, tí nýruni kunnu so ganga fyri.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at í øðrum londum er tað ikki óvanligt at finna, VTEC, í skarni frá jóturdýrum, tað vil siga, neytum, seyði geitum, og øðrum.
Fólk kunnu verða smittað á ymsan hátt, eitt nú av kjøti, sum er dálkað við skarni undir fletting, av mjólk, sum ikki er hitaviðgjørd, av dálkaðum vatni, men fólk kunnu eisini verða smittað við beinleiðis sambandi við djór.
VTEC kann eisini smitta frá fólki til fólk.
Heilsifrøðiliga Starvsstovan sigur, at tey vita ikki, hvussu støðan er við VTEC í neytum og seyði í Føroyum, men undir øllum umstøðum mæla tey fólki til at vera ansin.
Tí hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan sett upp nøkur góð ráð til fólk við tí fyri eyga at fyribyrgja smittu, bæði við VTEC, og øðrum bakterium.
Fyri at sleppa undan smittu við VTEC er umráðandi at:
– Vaska hendur eftir at hava verið á WC, eftir at hava verið í sambandi við djór og áðrenn ein fæst við mat.
– Hava gott reinføri undir fletting
– Hitað malið kjøt ígjøgnum. Eitt nú eigur hakkibúffur ikki at vera reyður í miðjuni.
Samstundis skulu heil kjøtstykki í minsta lagi hitast væl á allari yvirflatuni.
Tað er eisini umráðandi ikki at drekka mjólk, sum ikki er hitaviðgjørd, altso, pasteuriserað, og ,tað er eisini umráðandi, at fólk ikki drekka óreinsað vatn
Grønmeti skal skolast væl, og fryst ber, kryddurtir, minimais og annað, sum eru innflutt, skulu hitast ígjøgnum.
Matur skal goymast kalt, og tað er umráðandi at knívar, skeribretti, og annað, sum eru brúkt til kjøt, verða vaskað væl og virðiliga, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.