Soleiðis sleppur tú av við ringa summarplágu

Hoyfepur er ein ring plága hjá nógvum, og talið á fólki, sum hava hoyfepur, er nógv vaksið seinastu árini. Her eru nøkur góð ráð fyri hoyfepur

Talið av fólki, sum hava hoyfepur, hevur verið nógv vaksandi tey seinastu árini. Og tað er ein ring plága og elvir til fleiri sjúkrameldingar.

 

Harafturat kunnu nógv hava hoyfepur uttan at vita av tí, tí sjúkueyðkennini minna um krím.

 

Sjúkueyðkennini av hoyfepuri kunnu vera ymisk hjá fólki og tað er eisini ymiskt hvussu hart, fólk verða rakt av tí, men tað er ikki óvanligt, at tað ávirkar bæði arbeiði, skúlagongd og frítíðina.,

 

Apotekið sigur á síni heimasíðu, at sleppast kann undan hesum, tí við røttu viðgerini kunnu tey flestu, ið hava hoyfepur, sleppa undan teimum stóru trupulleikarnar.

 

Apotekið sigur, at hoyfepur er ovurviðkvæmi fyri blómusáði og fylgir tí orfa árstíðini. Tað eru nógv ymisk sløg av blómusáði í Føroyum, men oftast er tað blómusáð av grasi, sum er orsøk til hoyfepur hjá fólki.

 

Hoyfebur kann eisini standast av djórahárum, dusti ella blámusoppi og kann tí geva sjúkueyðkenni alt árið.

 

Sjúkueyðkenni av hoyfepuri eru:

– Reyð eygu, skriði í eygunum, tað rennur úr teimum, eyugni tola ikki ljós, eygnalokini og slímhinnan í eygunum hovna.

– Nøsin typpist, tað rennur úr nøsini og skríður í henni og tú nýsur ofta.

 

Tað, sum rennur úr nøsini er klárt. Er talan hinvegin um krím, er tað, ið rennur úr nøsini, tjúkt, óklárt, gult og onkuntíð elvir tað til fepur eisini. Viðkomandi nýsur bert av og á, og eyðkennini vara sjáldan meira enn eina viku.

 

 

Nøkur góð ráð til tey, ið hava hoyfepur:

Fá onkran annan at sláa gras fyri teg.

– Sov ikki við opnum vindeyga og havi yvirhøvur vindeyguni aftur, tá nógv blómusáð er í luftini

– Ver í sólbrillum tá ið tú ert úti

– Vaska ella skola hárið, áðrenn tú fer í song fyri at fáa blómusáð úr hárinum

– Hav vindeygu aftur, meðan koyrt verður í bili

– Ikki hongja klæðini út á snórin, tá ið nógv grassáð er í luftini

– Havi ikki teppi í húsunum, ella ella annað, ið savnar dust.

– Dustsúgvið ofta og ger javnan reint

– Ongi felddjór

 

Apotekið sigur, at annars eru ráðini at hevur tú verið onkustaðni, har blómusáð er, er at skola eyguni og nøsina í isotoniskum saltvatni.

 

Annars kunnu sjúkueyðkennini versna av tubbaksroyki kertuljósum, luktilsi og royki frá báli, sigur Apotekið.