Tú hevur tvey val, um tú vilt sleppa av við lúsapláguna. Tú kanst velja at kemba ella at nýta lúsasjampo.
1. Velur tú at nýta sjampo, mást tú lesa vegleiðingina í pakkanum gjølla.
2. Velur tú at kemba, er týdningarmikið, at velja rættan kamb. Tað skal ikki vera ov langt millum tenninar á kambinum, ikki longri enn 0,2 millimetrar.
3. Vel helst ein ljósan kamb. Lýs koma í ymsum litum, onkrar mest sum gjøgnumsiktigar, aðrar ljósar og uppaftur aðrar myrkar. Velur tú ein ljósan kamb, er lættari at síggja tær.
4. Síðani skal kembast annan hvønn dag í 14 dagar.
5. Um tú megnar, at taka allar tær vaksnu lýsnar burtur fyrstu ferð, hevur tú megnað at forða fyri, at nýggj egg verða løgd.
6. Síðani ræður um at kemba somikið ofta, at smáu lýsnar ikki megna at gerast vaksnar.
7. Eini góð ráð er at lata børnini hyggja at onkrum filmi ella onkrum øðrum, ið fær tey at sita í frið eina løtu.
8. Ger hárið vátt, við vatni og balsami. Hetta ger, at lýsnar sita í frið.
9. greið hárið við einum vanligum kambi fyrst og ger síðani ein reik mitt oman á høvdinum.
10. Tað eru nógvir mátar at kemba. Tað, sum er týdningarmikið, er, at alt hárið og allur hárbotnurin verður kembdur á skipaðan hátt. Byrja á aðrari síðuni og kemba allan vegin runt og so yvir aftur. Tú ert liðugur at kemba, tá tú ert komin tvær ferðir runt, uttan at finna nakra lús.
11. Ein háttur er at byrja í reikinum og so kemba omanifrá og draga kambin allan vegin niður eftir hárinum. Tenninar á kambinum skulu nerta við hárbotnin alla tíðina. Turka kambin fyri hvørja ferð, tú lyftir hann upp aftur. Flyt so kambin eitt vet víðari, men lat eitt sindur av yvirlappið vera kortini.
12. Ein annar háttur er at nýta hárklýpi til at stýra nógvum og tjúkkum hári. Tað er týdningarmikið, at kamburin nær allan vegin inn til hárbotnin. Samla hárið í bólkum og set klýpi á. Byrja so á aðrari síðuni og kemba so klýpi fyri klýpi yvir um. Legg kembaða hárið yvir somu síðu, sum hitt kembaða hárið er.