Hásummar er grilltíð. Tað kann vera ómetaliga hugnaligt at grilla – men tað krevur eisini varsemi og umhugsni, annars kann ein løta við grillina enda heilt galið.
Arbeiðseftirlitið kemur her við góðum ráðum um, hvussu tit tryggja tykkum á besta hátt við grillina, soleiðis, at alt gongur sum ætlað
Kolgrill
· Grilla ikki innandura. Við grilling verður kolsúrni framleitt, og kolsúrniseitran er lívshættislig.
· Lat ikki grillina standa ov nær at bygningi ella øðrum, ið kann brenna.
· Grillin eigur at standa á føstum fløtum undirlagi, ið tolir hita.
· Les altíð nýtsluleiðbeiningina til grillina, áðrenn tú byrjar.
· Nýt ikki spritt, bensin, diesel ella líknandi at kynda við. Hesi kunnu elva til spreinging.
· Nýt tendriblokkar ella grillstartara.
· Hav góða frástøðu til onnur fólk, tá ið tú kyndir upp.
· Ansa eftir at børn og djór ikki koma ov nær, tá ið tú grillar.
· Far ikki frá grillini, fyrr enn hon er slóknað.
· Hav altíð vatn ella eldsløkkjara nærhendis, tá ið tú grillar.
· Tryggja tær, at kolrestir og øska eru køld áðrenn burturbeining, soleiðis at tað ikki festir í í ruskílatinum.
Gassgrill
· Grilla ikki innandura. Við grilling verður kolsúrni framleitt, og kolsúrniseitran er lívshættislig.
· Lat ikki grillina standa ov nær at bygningi ella øðrum, ið kann brenna.
· Grillin eigur at standa á føstum fløtum undirlagi, ið tolir hita.
· Les altíð nýtsluleiðbeiningina til grillina, áðrenn tú byrjar.
· Gassfløskan eigur altíð at standa gott og venda rætt.
· Les nýtsluleiðbeiningina fyri gassfløskuna.
· Nýt ikki spritt, bensin, diesel ella líknandi at kynda við. Hesi kunnu elva til spreinging.
· Hav góða frástøðu til onnur fólk, tá ið tú kyndir upp.
· Ansa eftir at børn og djór ikki koma ov nær, tá ið tú grillar.
· Hav altíð vatn ella eldsløkkjara nærhendis, tá ið tú grillar.
· Ver ikki í víðum klæðum, ið kunnu festa í.
· Tá ið liðugt er at grilla, tryggja tær tá, at sløkt er fyri gassinum bæði á grillini og á gassfløskuni.
· Kanna fløsku, slangu og sambindingarliðir regluliga.
Einnýtisgrill
· Einnýtisgrill má bert nýtast uttandura. Kolsúrni verður framleitt, tá ið tú grillar, og kolsúrniseitran er lívshættislig.
· Einnýtisgrillin eigur at standa á føstum, fløtum undirlagi, ið ikki brennur.
· Les nýtsluleiðbeiningina fyrst og fylg henni.
· Lat ikki grillina standa ov nær at bygningi.
· Hav altíð vatn ella eldsløkkjara nærhendis, tá ið tú grillar.
· Ansa eftir at børn og djór ikki koma ov nær, tá ið tú grillar.
· Far ikki frá eini grill, ið ikki er slóknað.
· Tá ið liðugt er at grilla, stoyt tá vatn yvir einnýtisgrillina.
· Grillar tú úti í náttúruni, tryggja tær tá, at einnýtisgrillin verður køld niður og burturbeind á skilagóðan hátt.