Soleiðis skal næsti Stars Wars filmurin eita

Fyrireikingar og upptøkur eru í gongd til enn ein film í Star Wars røðini, sum Disney konsernin keypti fyri nøkrum árum síðani.

Í 2015 kom filmurin The Force Awakens, og nú váttar Disney heitið á næsta Star Wars filminum. Hann skal eita Star Wars Episode VIII: The Last Jedi.

Filmurin verður leikstjórnaður av Rian Johnson.

Millum sjónleikararnar í filminum er Carrie Fisher, sum doyði millum jólanna. Hon hevði gjørt allar sínar upptøkur sum Leia prinsessa, áðrenn hon knappliga doyði.

Nýggi Star Wars filmurin verður frumsýndur hálvan desember.