Hvussu setir tú krossin til eitt val?
- Tað kemur fyri, at veljarar seta annað frámerki á atkvøðuseðilin enn ein kross, og hesir atkvøðuseðlar eru í vanda fyri at verða ógildir.
Tað sigur Heilsu-og Innlendismálaráðið - www.himr.fo - á sínari heimasíðu. Á einari vegleiðing verður á heimasíðuni víst á, hvussu krossurin skal setast, og hvussu hann ikki skal setast.
- Grein 13, stk. 3 í kommunuvallógini ásetir, at “veljarin setir kross annaðhvørt fyri tí lista, hann ætlar at velja, ella fyri einum av valevnunum á hesum sama lista”.
Heilsu-og Innlendismálaráðið vísir eisini til kommunuvallógina, sum sigur í § 15, stk. 5, at ein atkvøðuseðil er ógildur -
* um tað ikki við vissu sæst, hvønn valevnislista veljarin hevur viljað atkvøtt fyri,
* um atkvøðuseðilin er øðrvísi vorðin enn teir, sum útflýggjaðir eru til atkvøðugreiðsluna,
* um á atkvøðuseðilin er skrivað annað enn ein krossur ella valevnisnavn...
* ella um atkvøðuseðlinum við vilja er givið slíkt eyðkenni, at tað sæst, hvør veljarin er.