Soleiðis selur tú tónleik á netinum

Føroya Tele og Tutl skipa fyri kunningarfundi fyri tónleikarum, um hvussu teir kunna selja sín tónleik á Planet.fo.

 

Mikudagin 9. september kl. 19 bjóða Føroya Tele og Tutl øllum, sum hava givið tónleik út, til kunningarfund í hølunum hjá Føroya Tele í Klingruni í Hoyvík. Á fundinum verður kunnað um, hvussu tey, sum hava givið tónleik út, kunnu selja hann í tónleikahandlinum hjá Føroya Tele á Planet.fo. Umframt umboð frá Tutl og Føroya Tele verður eisini ein løgfrøðingur við, sum fer at kunna um tað løgfrøðiliga í samband við sølu av tónleiki.

 

Ætlanin hevur alla tíðina verið at fáa allan føroyskan tónleik savnaðan í tónleikahandlinum á Planet.fo, og hesin kunningarfundurin er eitt stig á leiðini at gera hetta til veruleika. Óli á Deild Olsen frá FT Online hevur góðar vónir til fundin og upplýsir, at fleiri hava vent sær til Føroya Tele fyri at fregnast um, hvussu tey kunna koma við í tónleikahandilin á Planet.fo.

 

Tutl hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa savnað føroyskan tónleik saman við Føroya Tele, og Bjørg Dam frá Tutl sigur, at tey longu hava sent kunningartilfar til fleiri av teimum, sum hava givið tónleik út, og afturmeldingarnar eru sum heild jaligar.

 

Tónleikarar kunna melda seg til tiltakið við at senda ein teldupost til odo@ft.fo ella við at ringja á 243011.