Soleiðis sært tú hvat tú fært í frítíðarløn

Nú er bert ein lítil mánaður til frítíðarlønin kemur á konto

Frítíðarlønin nærkast í hvørjum og um ein lítlan mánað eru pengarnir komnir á konto hjá fólki. Ert tú ein teirra, sum ikki reiðiliga hevur fylt við í, hvussu nógva frítíðarløn tú fært útgoldna 1. mai, so kanst tú fara inn á borgaragluggan og síggja yvirlitið har. Taks hevur í hesum døgum eina lýsing koyrandi, har víst verður til, at til ber at síggja yvirlit yvir millum annað frítíðarløn á borgaragluggin.fo 

 

Í fjør komu pengarnir á konto 2. mai. 29.516 fólk fingu frítíðarløn í fjør, og tey fingu tilsamans 406 milliónir krónur.  Tað er í miðal góðar 13.700 krónur. Á heimasíðuni hjá Taks stendur, at allir løntakarar hava rætt til frítíð og frítíðarløn. Frítíðin er 30 dagar, um arbeitt hevur verið fulla tíð í innvinningarárinum. Hevur verið arbeitt minni, verða tíðin og lønin tillagað eftir hesum.

 

 

Innvinningarárið er ofta frá 1. apríl til 31. mars. Hjá summum tó frá 1. januar til 31. desember, t.d. hjá Føroya skipara- og navigatørfelag, Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya hjálparlæknaráð og Føroya magistarafelag.  

 

 

Frítíðarlønin hjá tímaløntum er 12% av tí, sum tey hava tjent í innvinningarárinum. Arbeiðsgevarin rindar henda prosentpart á frítíðarkontu hjá TAKS, samstundis sum hann flytur vanligu lønina. Meðan mánaðarlønt hava rætt til frítíð við síni vanligu løn. Harumframt hava tey rætt til eitt frítíðarískoyti, sum er 1,5% av lønini, sum er tjent í innvinningarárinum. Ískoytið verður vanliga útgoldið saman við lønini í apríl.