Soleiðis sær víkingurin út

Fleiri hundrað fólk vóru komin saman til móttøkuna, sum var í Bygdarhúsinum í Leirvík seinnapartin í dag.

Hæddarpunktið á móttøkuni var avdúkanin av búmerkinum.

Hallgrím Gregersen og Karlamagnus Olsen eru báðir gamlir í garði hjá ávíkavist GÍ og LÍF. Og báðir vóru teir upprunaliga ímóti samanleggingini. Men tað vórðu tó teir báðir, sum avdúkaðu nýggja búmerkið. Og tað gjørdu teir við orðunum um, at nú avgerðin var tikin, so var neyðugt at standa saman kring nýggja felagið, og at tað ætlaðu teir báðir so sanniliga eisini.

 

Tað er Bárður Mikkelsen, sum lærir til miðlagrafrikara, ið hevur sniðgivið nýggja búmerkinum.