Landsverk hevur nú kunngjørt fyrstu myndirnar av, hvussu nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum fer at síggja út.
Bygningurin verður eftir ætlan liðugur á vári 2021. Kostnaðurin verður 652,6 milliónir krónur.
Bygningurin er partur av eini langtíðarætlan fyri út- og umbygging av Landssjúkrahúsinum. Hetta byggistigið fevnir um nýggjar medisinskar seingjardeildir, føði- og barnsburðardeild, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing og køk.
Í kjallaranum verður tøknirúm til hitapumpur, seingjavaskisentralur, høvuðsgoymsla, parkering og rúm til burturkast. Samlaða gólvvíddin er 14.500 fermetrar.
Karsten Hansen, táverandi landsstýrismaður, setti spakan í til nýggja H-bygningin 22. februar 2015.