Soleiðis sær nýggja búmerkið út

- Havstovan er avgjørt mest virdi føroyski stovnurin innan gransking, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, tá hann við móttøkuna hósdagin avdúkaði nýtt navn og búmerki Fiskirannsóknarstovan hevur nú fingið nýtt navn og búmerki, og stovnurin fer frameftir at verða róptur Havstovan, sum eisini hevur fingið nýtt búmerki.

Tað var landsstýrismaðurin í fiskivunnumálum, Jacob Vestergaard, sum avdúkaði navn og búmerki.

Tað er ikki altíð so lætt at vera fiskifrøðiligur ráðgevi og koma við tilmælum, sum ganga ímóti áhugamálunum hjá reiðarum og fiskimonnum. Hinvegin eru menn rættiliga samdir um, at tað, sum tænir fiskastovnunum, sum frá líður eisini kemur at tæna reiðarum og fiskimonnum.

Við móttøkuna í Nóatúni seinnapartin hósdagin varð stórur dentur lagdur á at bøta um samstarvið millum fiskifrøði, myndugleikar, reiðarar og fiskimenn.

Bæði Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag og Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, vístu á, at fiskifrøðingar ikki altíð hava havt so gott orð á sær í ?messupráti? umborð á skipi, sum teir tóku til.

Landsstýrismaðurin í fiskivunnumálum, Jacob Vestergaard, ásannaði eisini, at bøtast skal um samstarvið millum partarnar.

Hann legði tó dent á, at Havstovan er vorðin ein kendur stovnur kring um okkum og er avgjørt hin fremsti innan føroyska gransking.

- Í so máta er Havstovan mest virdi stovnur í landinum, legði hann aftrat.

Landsstýrismaðurin segði, at Havstovan eigur at metast sum ein stuðul og samstarvsfelagi ? og ikki mótpartur ? hjá fiskimonnum.

- Skyldan hjá báðum pørtum er stór, og ábyrgdin er ikki minni, segði Jacob Vestergaard, tá hann avdúkaði nýggja navnið og búmerkið.