Soleiðis sær Ida út nú

Ida, lítla systir Emil, er í dag vaksin kona.

Søgurnar hja Astrid Lindgren um óargaliga Emil úr Lønnebergi ,hava verið partur av uppvøkstrinum hjá fleiri ættarliðum.

 

 

Og tá søgurnar gjørdust sjónvarpsrøð, so kendu øll Emil og lítlu systur hansara Idu. So kend vóru tey, at neyvan hugsaðu mong um, at tey vóru nakað annað enn Emil og Ida - at tey vóru filmsleikarar.

 

 

Gentan, sum leikti Ida, kallast Lena Wisborg, og er í dag vaksin. Lena Wisborg er í dag 51 ára gomul, og á myndini omanfyri sæst, hvussu Ida, ella Lena Wisborg, sá út, tá hon leikti Ida, og hvussu hon sær út í dag.