Soleiðis sær havbotnurin við Føroyar út

Havstovan hevur gjørt videoupptøkur á 53 støðum undir Føroyum

Í juni 2017 vórðu videoupptøkur gjørdar á 53 støðum undir Føroyum. Upptøkurnar vóru somikið týðiligar, at til bar at síggja sand, steinar, klettar og ymisk dýr og fiskar. Á teimum grynstu støðunum var sera nógvur gróður í sjónum, sum gjørdi upptøkurnar eitt sindur ótýðiligar, skrivar Havstovan í tíðindaskrivi.

 

 

Tú klikkir á eitt punkt á kortinum, sum sæst her, og ein still mynd av havbotninum kemur fram á skýggjan. Tá tú klikkir á myndina, sæst eitt stutt brot av hesum upptøkum á hesari leiðini.

 

 

Havstovan upplýsir eisini, at ætlanin er at gera fleiri upptøkur í juni 2018.