Soleiðis sær Borðoyarnes út í dag

Gamla saltfiskalínuskipið Borðoyarnes er umbygdur á Petersen & Sørensen Motorværksted í Frederiksø í Svendborg.

Gamla saltfiskalínuskipið Borðoyarnes, sum í sínari tíð var nógvar saltfiskatúrar á Flemmish Kap, er umbygdur á  Petersen & Sørensen Motorværksted í Frederiksø í Svendborg.

 

Skipið er upprunaliga bygt í 1967 og millum ungar menn, sum vóru nógvar og langar túrar upp í slag við skipinum, var eitt nú Jack Thomsen í Nólsoy.

 

Tá Jack Thomsen í sínari tíð varð spurdur, um hann ikki fór at taka frítúr nú, plagdi hann at siga, at hann fór ein túr aftrat - og tilsamans gjørdust fylgjandi túrarnir einir 13 í tali!

 

Eigari av skipinum í dag er Polar Seafood Norway AS. Skipið fiskar krabba í Barentshavinum, og tveir føroyingar eru maskinmenn umborð.

 

Tað er eitt dansk/ grønlendsk samtak, sum í dag eigur Polar Seafood Norway AS. Í 2014 hevði samtakið ein umsetning á 2,5 miljardir krónur, og umleið 1000 fólk eru knýtt av fyritøkuni, sum bæði rekur skip og virkir.