Soleiðis síggja víkingarnir út

Bygdarhúsið í Leirvík var stúgvandi fult, tá nýggja Víkingur í gjárkvøldið hevði móttøku

Tað var kanska sigandi fyri móttøkuna, at tað vóru Karlamagnus Olsen úr Leirvík og Hallgrím Gregersen úr Gøtu, sum avdúkaðu nýggja búmerkið.

Tá tosið um samanlegging av GÍ og LÍF tók seg upp, vóru teir báðir hart ímóti hesum, men nú rætta teir hvørjum øðrum hondina í einum lógvatakið fyri nýggja felagið.

- Tá avgerðin er tikin, so nyttar einki at muta ímóti. Nú ræður um hjá okkum øllum at taka lógvatak saman um nýggja felagið, helt Hallgrím fyri, tá búmerkið varð avdúkað.

Og skal metast eftir áhuganum, sum nýggja felagið hevur havt fyrstu mánaðirnar, so er einki at ivast í, at stuðulin er stórur. Til bæði aðal- og eykaaðalfundir, sum máttu haldast, tá felagið skuldi í verðina, var sera stóra undirtøka frá limunum. Og eisini í gjárkvøldið komu hópur av fólki til móttøkuna. Eini 300 til 400 verður mett.

Við hesum eru bæði navn, búni og búmerki komið í rættlag, so illa ber til at siga annað, enn at nevndin hevur arbeitt skjótt hesar fyrstu mánaðirnar. Og verða fetini móti føroysku fótbóltstindunum eins títt, sum nevndarfetini hava verið fyrstu tíðina, so er einki at ivast í, at víkingar aftur verða nakað, sum fólk óttast, tá teir verja borg ella fara út í heim at stríðast fyri síni søk.