Soleiðis riggar berghiti

Berghiti er ein av møguleikunum við hitapumpum. Skipanin kallast vatn til vatn, tí tað er vatn og spritt, ið verður ført niður í holið

Hinar eru luft til luft og luft til vatn. Holini, ið eru boraði higartil, eru umleið fimm tummar víð og einar 200 metrar djúp.

Niðri í holinum upptekur kalda blandingin hita úr berginum og gerst nøkur stig heitari. Síðani verður hitaða blandingin pumpað upp í hitapumpuna, har orka frá SEV trýstir veskuna saman, so enn meira hiti fæst burturúr.

Vanligt er, at mann leggur blanding niður í holið, ið er eini 4 stig, og tá blandingin kemur uppaftur er hon eini 9 stig. Tá veskan er trýst saman og verður latin út í sjálva hitaskipanina í húsinum er hitin heili 55 stig.

Stóri fyrimunurin við berghita í mun til aðrar hitapumpur er, at bergið heldur umleið sama temperatur alt árið, harnæst kann øll skipanin verða løgd soleiðis at hvørki veður ella nakað annað ávirkar hana, og tí gerst viðlíkahaldið bíligari enn við øðrum líknandi skipanum.