Tað er ongantíð, at vit brúka so nógv ljós, sum nú í desember og á jólum, bæði livandi ljós og elektriskar perur. Men eldur er ikki at spæla við og nú hevur Arbeiðs- og Brunaeftirlitið nøkur góð ráð um trygd í hesum sambandi.
Livandi ljós
– Tryggja tær, at ljósastakar og ljósskálir eru gjørd úr tilfari, sum ikki brennur.
– Lat ljósið standa á brunatryggum undirlagi.
– Tryggja tær, at ljósið stendur fast í jóladekoratiónini.
– Tryggja tær, at ljósið ikki kann festa í gardinur, grann ella annað tilfar.
– Set ljósini burtur frá jólapynti og greinum.
– Set ikki fleiri bikarljós saman. Tað kann verða ógvuliga heitt, har fleiri ljós saman, og tað kann elva til spreinging.
– Far aldrin úr einum rúmi, har livandi ljós brennur.
– Sløkk ljósini við ljósasløkkjara, heldur enn at blása.
– Tryggja tær at øll ljós eru slóknað, áðrenn tú fert til songar.
– Men so ber tað eisini til at skifta livandi ljós út við Led ljós.
Børn og livandi ljós
– Lat ongantíð børn vera einsamøll við tendraðum kertiljósum.
– Goym tendrarar og svávulpinnar fyri børnum.
– Lat ikki børnini hava kertiljós í kamarinum.
– Lær børnini at boða einum vaksnum frá, tá ið tey varnast eld.
Verið til reiðar, um eldur skuldi komið í
– Hav altíð vatn til taks beit við, har ljós loga.
– Hav ein eldsløkkjara nærhendis.
– Lær teg, hvussu eldur verður sløktur rætt.
– Skift battaríini á roykvarnarunum.
– Kanna eftir, at allir roykvarnarar rigga.
Elektroniskt jólapynt
Kanna leidningar og stikkkontaktir á jólapynti. Eru rivur ella brot á, eiga ljósinu at verða burturbeind.