Anton Skoradal hevði torførar arbeiðsumstøður til dystin í gjár. Hann mátti verða fimm av sínum stuðulsleikarum fyri uttan.
- Eg eri nøgdur við javnleiki. Út frá fortreytunum, so var tað fínasta slag.
Spælið hjá tykkum er lítið skipað, serliga í seinna hálvleiki. Andreas Lava Olsen manglaði kanska?
- Tað sigur seg sjálvt, at tá okkara einasti landsliðsleikari er burtur, so merkist tað. Vit gjøru fleiri broytingar, og evnaríki Sam Jacobsen, sum hevur verið drúgvur á miðvøllinum, noyddist millum annað aftur í verjuni. Eg eri nøgdur við allar leikararnar, men sjálvandi vilji eg havt hinar við. Men eitt er so, at vit ikki fáa mál á møguleikarnar í fyrra hálvleiki, tá vit av røttum skuldi havt avgjørt dystin, sigur Anton Skoradal, venjari hjá Víkingi.