Skal bústaðarneyðin í Føroyum loysast, ber tað til – og loysnin liggur beint fyri framman. Tað sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.
Hann hevur fylgt væl við í almenna kjakinum um bústaðartrupulleikarnar í Føroyum, har ið sethúsaprísirnir eru nógv hækkaðir og útboðið er ov lítið.
– Í kjakinum verður ført fram, at neyðugt verður í skundi at byggja fleiri hundrað nýggjar bústaðir, eins og ljós verður varpað á at fleiri bústaðir standa tómir kring landið.
Men ein onnur loysn liggur eisini beint fyri durunum, sigur stjórin í Suðuroyar Sparikassa. Og tað er ein loysn við, har verandi sethús verða brúk, og seta meiri ferð á føroyska bústaðarmarknaðinum.
Tað er ein loysn, sum fer at gera tað møguligt hjá ungum familjum, og støkum, at seta føtur undir egið borð. Tað fer eisini at geva eldri møguleikan fyri at verða búgvandi longri heima.
Loysnin eg skipa sethús í heildarognarpartar, sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.
Ein heildarognarpartur, sum á donskum nevnist ideel anpart, snýr seg um, at tveir eigarar eiga eitt og sama matrnr, men teir eiga hvør sín heildarognarpart, sum teir óheft av hvørjum øðrum kunna selja og seta sum trygd fyri láni í bankanum.
Hetta er rættiliga vanligt í Danmark, har ið fólk javnan selja og keypa eina sethúsaíbúð
Treytin fyri heildarognarpartar er, at eigararnir kunna semjast um brúksrættin til ognina, og um, hvussu húsini skulu haldast. Hetta verður gjørt í einum samognarsáttmála og ognin verður tí ikki matrikulerað sundur.
Søren L. Bruhn at Suðuroyar Sparikassi heldur, at kanska skal ein hugburðsbroyting til fyri lutvíst at loysa bústaðartrupulleikan við heildarognarpørtum.
Eigur tú eini sethús í tveimum hæddum, sum eru vorðin ov stór, eru heildarognarpartar ein loysn.
– Harvið koma samstundis fleiri bústaðir á marknaðin sigur Søren L. Bruhn.
Heildarognarpartar ger bústaðarmarknaðin størrri, og geva fleiri møguleikan fyri at búgva, virka og trívast í Føroyum, leggur hann afturat.










