TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá báðum málunum, sum komu í dystinum millum NSÍ og B36 við Løkin í Runavík.
Tað var eftir eitt langt innkast fýra minuttir fyri steðgin, at bólturin kom fyri føturnir á Bárði J. Hansen. Hann smekkaði bóltin í málið, og so fór heimaliðið til hálvleiks á odda við einum.
Seinni hálvleikur var bara fýra minuttir gamal, tá ið 18 ára gamli vinstri bakkurin hjá B36, Erlendur Magnusson, javnaði til 1-1 eftir upplegg frá Lukasz Cieslewicz.
NSÍ – B36 1-1 (1-0)
1-0: Bárður J. Hansen, 41.
1-1: Erlendur Magnusson, 49.