Soleiðis ljóðaði tað tá søguliga ítróttaravrikið var veruleiki

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Hilmar Jan Hansen segði frá søguligu løtuni

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina tað fremstu og stoltastu løtuna í Føroya ítróttarsøgu. Hoyr Hilmar Jan Hansen siga frá teimum seinastu minuttunum av javna og dramatiska HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Finnland, sum Føroyar vunnu tepurt 29-28 (16-12).

 

Julian Johansen var viðmerkjari til frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen á Rás2.

 

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt føroyskt ítróttarlið vinnur seg til eitt HM-endaspæl.

 

24 lond fara at kappast í U21 HM-endaspælinum í Algeria í juli, og Føroyar verður eitt av teimum.

 

Hjartaliga tillukku til allan U21 hópin við søguliga avrikinum.