Soleiðis ljóðaði tað tá KÍ vann stórsigur á AB

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av teimum málunum hjá KÍ, tá KÍ fyrr í kvøld vann 5-1 á AB

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge á Rás2 av teimum málunum, sum KÍ fekk í 5-1 stórsigrinum á heimavølli við Djúpumýru í Klaksvík fyrr í kvøld. Greiði sigurin merkir, at KÍ er greitt oddalið við 38 stigum, sjey stig frammanfyri Víking, sum er á øðrum plássi við 31 stigum.

 

Gunnar Haraldsen hjá AB, sum er skaddur var viðmerkjari til dystarfrásøgnina í seinna hálvleiki.

 

Komandi dystur hjá KÍ verður sunnudagin 24. juli, tá klaksvíkingar taka ímóti ÍF. 31. juli spælir KÍ útidyst ímóti botnliðnum B68 á Svangaskarði á Toftum.