Tróndur Arge segði frá dystinum millum HB og TB á ovara vølli í Gundadali í Havn í dag. Viðmerkjari var Heðin Askham.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av teimum fimm málunum, sum komu í dystinum, sum HB vann 4-1. Á ljóðfíluni hoyrast eisini viðmerkingarnar hjá Heðini Askham til tey fimm málini, sum komu í dystinum.
Talan var um fimta sigurin á rað hjá HB, sum er tvey stig frammanfyri B36 í kappingini um fjórða plássið, sum gevur rætt til at taka lut í Europa League.