Soleiðis ljóðaði tað tá ÍF vann á Mjølnir (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Óli G. Samuelsen segði frá avgerandi bóltunum í dystinum Mjølnir-ÍF 1-3

ÍF er nú rættiliga greitt oddalið í meistaradeildini hjá monnum, og Mjølnir og Fleyr kapprenna um seinna FM-finaluplássið. Tað er greitt aftaná úrslitini í dag.

 

Í Gundadalshøllini í Havn vann Fleyr ein greiðan 3-0 sigur á SÍ. Settmunurin var 25-15, 25-9 og 25-8. Fleyr vann dystin uppá bara 37 minuttir.

 

Munandi meira spennandi var norðuri í Klaksvík, har ÍF vann 3-1 á Mjølnir í Badmintonhøllini. ÍF vann fyrsta sett greitt 25-14, men so Mjølnir sterkt aftur og vann 25-22 í øðrum setti. Í triðja settinum reið um snarið, og ÍF fekk knógvað settið heim 25-23. Tað var ikki minni spennandi í fjórða settinum, sum ÍF vann 26-24.

 

Støðan aftaná 13 umfør er, at ÍF er oddalið við 27 stigum. Mjølnir er nummar tvey við 23 stigum og Fleyr er nummar trý við 21 stigum. SÍ er aftast við sjey stigum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá Óli G. Samuelsen, frásøgumaður hjá Rás2 segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. ÍF-legendan, Odd Eliasen var viðmerkjari.


2) Hoyr Odd Eliasen taka samanum dystin.

 

Ein kann siga, at ÍF livdi lívið eitt sindur vandamikið við at geva teimum yngru møguleikan, men Odd Eliasen slær fast, at tað er sera týðandi, at yngri ÍF-spælararnir fáa møguleikan í slíkum dystum. 

 

Samrøðan Óli G. Samuelsen hevði við Teit Eliasen hjá ÍF kann hoyrast HER

 

Samrøðan Óli G. Samuelsen hevði við Thorvald Danielsen, venjara hjá Mjølnir kann hoyrast HER