Soleiðis ljóðaði tað á Rás2 tá Dráttur vann

(Frá Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum, tá Dráttur vann 3-1 á KÍF í seinnu FM-finaluni hjá kvinnum.

 

Tóra Olsen var ein hollur viðmerkjari hjá Hilmari Jan til dystarfrásøgnina á Rás2. 

 

Søgan endurtók seg frá fyrru finaluni í fyrsta settinum. KÍF var á odda fyri tað mesta, men tær megnaðu ikki at varðveita leiðsluna, og tá ið Dráttur javnaði við støðuna 17-17, koppaði settið teirra veg og tær vunnu tað 25-21.

 

Í øðrum setti kom KÍF aftur á odda frá byrjan. 6-1 var støðan, og hesaferð megnaði KÍF at halda fast um leiðsluna, sum eina løtu var heili 19-10. Hetta var fyrsta settið, sum KÍF vann í FM-finalunum, og tær vunnu tað 25-19.

 

Triðja sett var ógvuliga javnt. Liðini fylgdust at kalla allan vegin, men við støðuna 19-19 vísti Dráttur seg at standa stinnari í avgerandi løtuni. Dráttur gjørdi ikki mætari enn at vinna seks teir næstu bóltarnar, og við 25-19 vóru tær nú á odda 2-1 í settum.

 

Sum ikki einaferð, so kom KÍF eisini betur frá byrjan í fjórða setti, men hóast stóra leiðslu, 14-6, so bleiv enn ein stór leiðsla til rúgvuna tveitt burtur, og í einum sera tøttum og spennandi enda á settinum var tað Dráttur, ið var stinnari og vann 25-23.