Soleiðis kunnu fleiri fáast at búsetast í útjaðaranum

Løgtingsmaður hevur eina uppskrift upp, hvussu trupulleikin, at so fá vilja seta búgv í útjaðaranum, kann loysast

Tað er ikki nakað nýtt, at tey flestu, sum vilja seta búgv í Føroyum, vilja sleppa í miðstaðarøkið at búgva.

 

Tað er heldur ikki nakað nýtt, at tað er munandi verri at fáa lán til at byggja í útjaðaranum enn í miðstaðarøkinum.

 

Men Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, heldur, at hetta er ein  trupulleiki, sum kann loysast.

 

Hann heldur, at ein møguleiki er at veita teimum sum vilja seta búgv í útjaðaranum ein bústaðarstuðul afturat rentustuðulin, sum øll ið hava bústaðarlán, fáa.

 

Men hann heldur, at eisini rentustuðulin kann brúkast til at eggja fólki at seta búgv í útjaðaranum.

 

Hann heldur nevniliga, at ein máti er at lata teimum, sum seta búgv í útjaðaranum fáa hægri rentustuðuli enn tey fáa, sum búsetast í miðstaðarøkinum.

 

– Tað kann vera ein máti at fáa fólk at búsetast aðrastaðni enn í miðstaðarøkinum, segði Bill Justinussen hendan dagin, Løgtingið viðgjørdi fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Men tað er ein stórur spurningur, hvussu dygga undirtøku hann fær fyri hesum sjónarmiðinum. Í hvussu so er, er tað greitt, at fleiri politikarar, bæði í samgongu og andstøðu taka ikki undir við tankanum hjá løgtingsmanninum hjá Miðflokkinum.

 

 

Hví tey ikki taka undir við tí, kanst tú lesa alt um HER

 

 

Heldur ikki Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, tekur undir við løgtingsmanninum fyri Miðflokkin.

Hennara grundgevingar kanst tú lesa um HER