Soleiðis kundu íbúðirnar sæð út

- Stovuhæddin er opin upp í tróðurið út til sjógvin, og stórt vindeygapartíð gevur gott dagsljós til stovu og køk, sigur Kári Thomsen, arkitektur.

Fyri eini tíð síðan var mikið rok í Fuglafirði um ætlaninar at byggja leiguíbúðir, og tað eydnaðist ikki tásitandi býráði at semjast um nakra loysn. Mitt í øllum rokanum gjørdi Kári Thomsen, arkitektur, eitt alternativt uppskot um, hvussu leiguíbúðir kunnu byggjast - uttan at skemma fjøru og náttúru annars.

 

- Tað var fyri góðum ári síðan, at eg hoyrdi um ætlaninar at byggja bústaðir við Gjógvará í Fuglafirði, og at tað skuldi fyllast út á fjørðin frá umleið áarmunnanum við Gjógvará og suðureftir landinum. Nakað kenni eg til Fuglafjørð, og veit, at har er trupult at byggja, tí lendið hevur stórt hall. Men, eg metti tað sum ein stóran miss fyri annars sera hugaliga umhvørvið báðumegin Gjógvará, um hetta økið varð spilt.

 

Kári Thomsen sigur við In.fo, at hann setti seg í samband við Fuglafjarðar kommunu og spurdi, um teir høvdu áhuga kanska at síggja okkurt alternativ - heldur enn at fara eftir síðsta bitanum av upprunamøl, ið eg meti hevur týdning fyri samlaða umhvørvið fram við sjóvarmálanum.

 

- Væl varð tikið ímóti frá borgarstjóranum, Sonna í Horni og leiðaranum fyri teknisku deild, og fekk eg útflýggjað kort yvir alla bygdina. Eg brúkti ein góðan dag og var runt alla bygdina fyri at vita, um eg ikki kundi finna eitt høgligt byggiøki til íbúðir. Í býarskipanini er lagt út til sethús frá Rossagerði og nakað suður, men har skal so bæði vegur og byggibúning fremjast fyrst.

 

Kári Thomsen vísir á, at Fuglafjørður er rættiliga tætt bygdur, men nakað suður fram við Toftanesvegnum og frákoyringini Brýnið til havnar- og vinnuøkið, datt hann framm á opið økið beint oman til sjóvarmálan. Økið hevur lítið hall og er góðan metur niður frá vegjaðaranum, so her bær væl til at byggja nøkur smærri hús.

 

- Økið er partvís privat ogn og partvís ogn hjá Jarðarráðnum. Eg segði kommununi frá, at eg metti meg kunna gera eitt uppskot til bygging av nøkrum húsum á økinum, og fór so til verka. Sum í fleiri av stóru bygdunum er trupult at útvega bústaðir til tey ungu - og tey eldru sita ofta í stórum húsum, ið eru alt ov stór til tørvin.

 

Arkitekturin vísir á, at uppskotið, sum hann kom fram til, er, at tað væl kunnu byggjast sjey smærri samanbygd hús í tveimum hæddum, og har eisini slepst til hjá rørslutarnaðum til ovaru hæddina. Tó so, vísir uppskotið, at niðara hædd væl kann innrættast til tvey kømur, toilett, bað, gomslurúm og annað.

 

- Fyri ikki at taka ov nógv av útsýninum hjá teimum, sum búgva omanfyri Toftanesveg, eru húsini sett góðan metur niður frá veghæddini, men tó so, at koyribreyt til rørsklutarnað verður skipað frá felags bilstøðaplássinum sunnan fyri og miðskeiðis Árnanes.

 

Kári Thomsen sigur, at húsini eru bygd saman við brandverjuveggum, og tey eru forskotin góðan hálvan metur hvør sær fyri ikki at fáa eina ov langa lon. Niðara hædd er stoypt upp, og timburkonstruktión við tekju í triðingsreising er sett omaná.

 

- Stovuhæddin er opin upp í tróðurið í partinum út til sjógvin, og stórt vindeygapartíð vil geva gott dagsljós til stovu og køk. Innrættað er annars við hjalli til hvønn bústaðin, og lítil altan er eisini út frá stovuni. Húsini eru teknað við hitapumpu, ið kann skipast við felags sjógv-hitavekslara, og bjálvað er soleiðis, at húsini røkka sera lágari orkunýtslu.

 

Arkitekturin sigur, at stovuhæddin er stívliga 67 fermetrar innrættað vídd, og kjallarin er stívliga 52 fermetrar innrættað vídd. Til ber eisini at byggja tvær íbúðir, eina í stovuhædd og eina i kjallara, men tá er neyðugt, at verkætlanin verður rættað til tvær íbúðir í staðin fyri eina.