Sigrún Brend, sjónvarpsvertur
Hvat fær teg at koma í jólahýr?
Eg eri eitt sindur kalendarastýrd, tá tað snýr seg um jólini. Fyrsta sunnudag í advent pynta vit til jóla, og jólatónleikurin verður tikin fram. Men treyðugt so, - nú ein dagin kavaði av møkum, og tá stóð nógv á, tí eg fekk slíkan hug at gera tað jólaligt heima.. So, tað er sindur ilt at siga, nær eg komi í jólahýri.
Hvør persónur hevur uppiborið eina jólagávu í ár?
Haldi, at jólaaftanstiltakið fyri einlig, sum KFUK skipar fyri á hvørjum ári, hevur uppborið ein stóra jólagávu. Tað eru Sonja Klein og maður hennara, Holger Arnbjerg, sum samskipa tiltakið. Summi ár hava verið upp í 30 fólk til jólahugnan.
? Hetta er so hjartanemandi tiltak, og tey ofra hetta familjukvøldið til frama fyri einlig. Sonja og Holger keypa jólagávur, persónligar jólagávur, til hvønn einstakan, sum hevur teknað seg til at koma. So tað eru nógvir handlar at fara í, áðrenn tey hava funnið jólagávurnar til gestirnar. Flott, flott og takk fyri tað Sonja, Holger og KFUK.










