Soleiðis koma kvinnur á ting

Stilla flokkarnir serstakar kvinnulistar upp, verða fleiri kvinnur valdar, og soleiðis fáa kvinnuveljarar eina kvinnu fyri atkvøðuna

Nógv bendir á, at javnaðarkvinnur í Suðurstreymi hava ætlanir um at stilla upp á einum internum kvinnulista, soleiðis at flokkurin hevur tveir listar til løgtingsvalið.

Endamálið við hesum er, at fáa fleiri kvinnur valdar, og at tryggja, at fólk sum ynskja fleiri kvinnur valdar, fáa eina kvinnu fyri atkvøðuna.

Tað er Ingrid Henriksen, limur í javnstøðubólkinum hjá Javnaðarflokkinum, sum er komin fram á eina higartil lítið brúkta grein í vallógini, har latið verður upp fyri, at flokkar stilla fleiri listar upp.


Ein flokkur - tveir listar

Sum skilst, er skipanin soleiðis skrúvað saman, at flokkurin fær tær atkvøður og sessir, sum hann hevði fingið óansæð. Men listarnir eiga sínar egnu atkvøður, og valevnini á teimum eru óheft at hinum listanum. Sostatt fær listin við flest atkvøðum fyrstvalda og hin listin fær næstvalda.

Um flokkurin fær tríggjar sessir tilsamans í valdøminum og a-listin fær 1600 atkvøður og b-listin fær 1000, so fær a-listin fyrsta sessin. Og b-listin fær næsta sessin. Síðani verða samlaðu atkvøðurnar hjá báðum listunum býttar í 2. Hetta gevir ávikavist 800 og 500 atkvøður. Sostatt fær a-listin triðja sessin.

Eitt hugsað dømi kundi verið, at flokkurin fær einar 3000 atkvøður tilsamans. Fremsti á a-listanum fær 600 atkvøður og næsti fær 400, meðan hini fáa umleið 50 í part. Á b-listanum fær fremsta valevnið 300 atkvøður, meðan restin er kristiliga býtt millum hini valevnini. Tá verður fremsti á a-listanum fyrst-valdur og fremsti á b-listanum næstvaldur, hóast fyrstvaldi á b-listanum hevur fingið færri persónligar atkvøður enn næstvaldi á a-listanum.


Ikki positiv serviðgerð

Men er her ikki talan um positiva serviðgerð av kvinnum, so tær verða valdar, hóast tær hava færri atkvøður enn menninir?

- Nei, eg haldi ikki at man kann rópa tað positiva serviðgerð. Flokkurin fær sínar atkvøður, og teir mongu veljararnir, sum ynskja eina kvinnu, fáa eina kvinnu fyri atkvøðuna. Hetta millum annað eisini tí at listaatkvøðurnar til kvinnulistan koma kvinnunum til góðar, og ikki bara verða etnar upp av mannligum toppskorarum. Sum støðan er nú, eru tað menninir, sum fáa positiva serviðgerð, millum annað tí teir verða hálaðir inn av kvinnunum, sigur Ingrid Henriksen.


Aðrir flokkar eisini

Ingrid Henriksen greiðir frá, at við javnstøðueygum verður ofta latið positivt at teimum flokkum, sum hava nógvar kvinnur á listanum.

- Men veruleikin er, at hóast tær fáa nógvar atkvøður, so fær ongin teirra somikið nógvar atkvøður, at hon verður vald, sigur Ingrid Henriksen, sum í løtuni kannar møguleikan fyri at stilla upp ein kvinnulista hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymi. Hon sigur seg eisini hava tosað við kvinnur í øðrum flokkum í Suðurstreymi, og tað er als ikki óhugsandi at onkur annar flokkur eisini fer at stilla kvinnulista upp.

- Um veljararnir ynskja eina kvinna, so kunnu teir nú atkvøða fyri einari av kvinnunum á listanum, ella fyri listanum sjálvum. Tá er meira sannlíkt, at í øllum førum annað av teimum báðum umboðunum, sum vit vanliga fáa í Suðurstreymi, verður ein kvinna, sigur hon.


Javnstøðunevndin fegnast

Kári á Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini, heldur tankarnar vera spennandi, og sigur, at Løgtingssvallógin loyvir alternativum listum fyri sama flokk. Flokkurin kann antin velja at stilla fleiri listar upp ella velja at viðurkenna fleiri listar.

- Hesin møguleiki kann tí brúkast, um ósemja er um uppstillingina, men eisini um stuðlar hjá einum flokki halda, at flokkurin tilsamans kann fáa betri úrslit við fleiri listum. Hugsast kann, at til dømis kvinnulisti í Suðurstreymi hjá teimum stóru flokkunum kann tryggja bæði fleiri atkvøður tilsamans til flokkin, umframt javnari kynsbýti, sigur hann.


Nógv ár síðan seinast

Kári á Rógvi, sum eisini er løgfrøðingum, sigur, at grein 18 í lógini ásetir, at verða fleiri listar latnir fyri sama flokk fáa teir eitt tal afturat bókstavinum. Til dømi C1 og C2 fyri javnaðarflokkin. Koma fleiri listar inn frá stuðlum hjá sama flokki, kann flokkurin boða frá, um hann vil kennast við teir einstøku listarnar. Sigur flokkurin onki, verða listarnir roknaðir sum góðkendir av flokkinum, annars verða teir roknaðir sum uttanflokkalistar.

- Seinast møguleikin varð brúktur á løgtingsvali var í 1962, tá tveir vallistar vóru fyri Tjóðveldisflokkin í Eysturoynni – tveir tingmenn vórðu valdir, men annar var eykavaldur. Serliga var tað tó valið í 1936, sum var merkt av alternativum listum, tá ið Sjálvstýrisflokkurin var um at fara í tvíningar, sigur Kári á Rógvi.

Hann vísir eisini á, at lógin er ikki púra greið, tá ið ræður um uppgerðina av valinum, men fordømi eru bæði í Føroyum og í Danmark, har tað er rættiliga vanligt til kommunuval, at fleiri listar eru fyri sama flokk.


Genialt hugskot

Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, heldur hetta vera eitt áhugavert hugskot.

- Tað geniala er, at kvinnurnar á einum internum kvinnulista ikki oyðileggja tað fyri hvørji aðra. Nú ber til at hava nógvar kvinnur á einum flokslista, ella rættari, einum internum flokslista, uttan at tær taka atkvøður frá hvørjari aðrari og harvið slóða fyri monnunum. Samstundis gevur tað tí veljaranum, ið vil atkvøða kvinnu inn trygd fyri, at atkvøðan veruliga hjálpir einari kvinnu, sigur Jógvan Mørkøre.


Vallógin letur upp

Hann vísir eisini á, at hetta ikki krevur nakra broyting í vallógini. - Tað ber til at gera tað uttan víðari hjá kvinnum (og monnum, ið vilja vera stillarar hjá kvinnum) í tí einstaka valdøminum. Flokkurin skal góðkenna listan, gamaní. Men tað verður ólukksáliga trupult at siga nei, fyri ikki at siga ógjørligt, sigur Jógvan Mørkøre.

Jógvan Mørkøre sigur, at verða Føroyar eitt valdømi, so er ikki óhugsandi, at fleiri internir kvinnulistar verða.

- Í øllum førum hjá størri flokkunum, har tað veruliga kann gagnast kvinnunum, sigur hann.


Fleiri valdømi

Samfelagsfrøðingurin sigur, at verða Føroyar verandi 7 valdømi skulu vit ikki vænta slíkar listar aðrastaðni enn í Suðurstreymoy. Kanska ein, og møguliga tveir uttan fyri høvuðsstaðarøki. Tað hongur saman við, at tað serliga er í Suðurstreymoy, at stóru flokkarnir vanliga fáa tveir valdømisvaldar tinglimir, onkuntíð tríggjar. Uttan fyri Suðurstreymoy fær Fólkaflokkurin ofta 2 í Norðoyggjum, Sambandsflokkurin 2 í Eysturoynni og Javnaðarflokkurin 2 (onkuntíð 3) í Suðuroy.

- Tað skuldi so verið hjá flokkunum í hesum valdømum, at ein realistiskur møguleiki er hjá kvinnum at royna seg uppá henda mátan, sigur Jógvan Mørkøre.


--


Fakta:

Vallógin um valevnislistar:

§ 18. Stillar sami flokkur fleiri listar upp í sama valdømi ella biðja fleiri listar um at fáa somu bókstavamerking, setur valnevndin eitt tal aftrat bókstavamerkinum (A1, A2, A3 o.s.fr.).

2. stk. Í seinasta lagi kl. 18.00 14 dagar áðrenn valdagin kann ein flokkur skrivliga boða formanninum fyri viðkomandi løgtingsvalnevnd frá, hvønn ella hvørjar valevnislistar hann góðkennir sum listar floksins. Verður ongin tílík fráboðan gjørd, verða teir valevnislistar, sum taka undir við flokkinum, roknaðir sum góðkendir av honum. Valevnislistar, sum ikki verða góðkendir av flokkinum, verða at rokna sum uttanflokkalistar.