Tey, ið hava áhuga at yvirtaka eitt lítið festi, hava ein góðan møguleika at fáa meiri kunnleika um hetta á einum skeið ið verður hildið um ein mánað.
Tá skipar nevniliga Búnaðarstovan fyri einum tríggjar daga longum skeiði í landbúnaði á Búnaðardeplinum í Kollafirði. Skeiðið verður dagarnar 12. til 14. desember.
Hetta skeiðið gevur førleika til at festa smá festir, tað er festi minni enn 50 áseyðir og eingi mjólkneyt.
- Skeiðið er fyrst og fremst ætlað teimum, sum ikki hava landbúnaðarútbúgving og hava ætlanir um at yvirtaka eitt lítið festi, verður sagt í innbjóðingini.
Kostnaður fyri skeiðið er kr. 850,- tá eru undirvísingartilfar, morgunmatur og døgurði allar 3 dagarnar íroknað.
Pláss er fyri 30 luttakarum.










