Nøkur ár herfyri kom nógvur kavi niður summastaðni í Føroyum hin 7. mai. Ymiskt var, hvussu kavin rakti, men serliga var tað norðan fyri og vestanfyri. Viðhefta mynd er tikin í Vestmanna hin 7. mai hetta ár, og her var so nógvur kavi, at stórar maskinur noyddust upp í leikin at rudda kava burtur.
Hetta árið mistu bóndur eisini nógvan seyð í økjum í landinum, har kavin legðist tjúkkur. Hetta var jú stutt eftir lembing, og har ringast stóð til, doyði nógvur seyður í kavanum. Tá skurðurin síðan kom fyri hetta heystið, sást fellið aftur í mongum hjalli, har onkur kanska hevði eina helvt av tí, tey plagdu.
Tað eru tíbetur ár ímillum, at veðrið roynist so illa í mai. Nú um dagarnar er eisini kalt, men veðrið er hinvegin rímiliga gott. Hann er høgur í ættini, og hitin í løtuni liggur sambært dmi.dk um trý hitastig um dagin og niður í eini trý kuldastig um náttina.
Í morgin, mánadagin og týsdagin, fer hitin eisini at liggja millum nøkur fá hitastig um dagin og niður í eini 2-3 kuldastig um náttina. Men, frá mikudegnum og hósdegnum verður heldur lýggjari í veðrinum, og fríggjanáttina heldur hitin sær á fýra til sjey stigum. Soleiðis er líkt er, at kuldin, sum verið hevur seinastu dagarnar, verður av á hesum sinni.