Soleiðis kann tað føroyska samfelagið ikki stýrast framyvir

Meðan almenna propagandaðin er, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sitið tungt á lokinum á landskassanum, er veruleikin ein heilt annar. Raksturin av samfelagnum er dýrkaður í hesum valskeiðinum við 950 mió. krónum.

Hetta er úrslitið á løgtingsfíggjarlógini áðrenn eykajáttanir í hesum árinum eru taldar við. Eykajáttanirnar Í 2001 vóru ikki færri enn 207 mió. krónur (til samanberingar kann nevnast at í 1997 vóru 11 mió. krónur latnar í eykajáttanum).
Skulu vit meta eftir teimum uppskotum, sum liggja í løgtinginum, so verða eykajáttanirnar risastórar í hesum árinum.

Nýtt met í oysli
Hetta er nýtt føroyskt met í oysli. Útreiðslurnar eru í meðal vaksnar umleið 10% um árið síðani henda samgongan tók við. Landsstýrið frá 1994 til 1998 hevði ein vøkstur, sum var umleið 1% um árið.
Havast má eisini í huga, at landsstýrið hevur minkað fruminntøkurnar beinleiðis við 400 mió. krónum um árið. Hetta, saman við ?ringvirkningunum? svarar til eina minking í føroyska búskapinum, sum liggur omanfyri milliardina. Hesar inntøkur eru endaliga burtur, ikki bara í eitt ár, men hvørt ár framyvir.
Omaná alt hetta hevur samgongan bundið komandi landsstýrir til risaíløgur nógv ár fram í tíðina.
Soleiðis kann tað føroyska samfelagið ikki stýrast framyvir. Tað er øllum hugsandi føroyingum greitt.

Vilja halda fram
Samgongan biður nú um at sleppa at halda fram. Teirra ætlan, sum eisini er samtykt í løgtinginum, røkkur fram til 2012. Tá skulu allar útreiðslur, sum Danmark í dag rindar (bæði blokkstuðul og allar aðrar útreiðslur av felagsmálum) vera fluttar yvir á herðarnar á føroyingum einsamøllum.
Tá skal vera klárt at loysa endaliga. Hetta er sokallaða sjálvstýristilgongdin, ið løgmaður, sum hægsti myndugleiki í landsstýrinum, hevur fingið samtykta í løgtinginum.
Veljarin hesaferð má gera sær púra greitt, at sleppur samgongan at halda fram, so gongur ikki long tíð, til øll rættindi hjá føroyingum í ríkinum eru burtur, og landsins búskapur er kollrendur einaferð afturat.