Henda café'in er skipað sum eitt pallborð, har ein maður og ein kvinna úr hvørjum flokki sum stilla upp í oynni, verða við.
Her fáa tey høvið at bera fram sjónarmið síni, eins og fólk fáa møguleika at seta fram spurningar.
At fólkatalið í Suðuroy minkar, og tað at kvinnurnar eru tær ið fyrstar flyta hagani, er eitt av málinum sum tosast skal um.
Tað eru kvinnubólkurin Valkyrjurnar og Seglloftið sum skipa fyri.