Hesi seinastu árini er skøran vorðin ein sonn plága í Føroyum. Hon breiðir seg við rúkandi ferð og allastaðni har hon sleppur at veksa, kvælir hon allan annan vøkstur, og er ring at sleppa av aftur við.
Nógvastaðni er skøran so stórur trupulleiki, at fleiri kommunur eru rætt og slætt farnar undir samskipað tiltøk fyri at týna skøruna. Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí hon er harfør og tað krevur størsta nærlagni at beina fyri hana.
Skøran spjaðir seg á økjum, helst á økjum, ið mannahond hevur verið á, men ongin veit í roynd og veru hvat hendir, skuldi skøran breitt seg í veltum bøi og í haganum.
Umhvørvisstovan sigur, at skøran er komin higar til lands tí at handlar hava innflutt hana at selja. Fólk hava so sett hana niður í urtagørðum, haðan hon so hevur breitt um allar geilar, og er vorðin ein sonn plága.
Nú hevur Umhvørvisstovan gjørt eina leiðbeinin um, hvussu skøran kann brejast niður. Og ta leiðiningina kanst tú lesa HER