Soleiðis hava vinnarirnir av X Factor klárað seg

Fríggjakvøldið var finalan í danskari X Factor kappingini og sera nógv høvdu tendrað fyri sjónvarpinum hetta kvøldið fyri sjálvi at síggja, um Laura ella Martin fóru at vinna. Eftir kappingin var av, søgdu teir tríggir dómararnir seg vera vísir í, at vit fara at síggja fleiri av sangarunum úr kappingini aftur í framtíðini. Tá ið hetta er sagt, má man tó eisini hugsa um aðrar danskar sangkappingar, har vinnarirnir bert hava verið væl umtóktir júst eftir kappingini - fyri so at vera gloymdir nakrar vikur seinni.

 

Men X Factor er als ikki ein nýggj sending í útlondunum ? í fleiri londum hava nógv umfør longu verið av kappingini og her fara vit at hyggja nærri at nøkrum av teimum fremstu tónleikarunum í kappingini:

 

1 sæson:

Steve Brookstein vann 1. sæson. Hann hevur nú givið tvær fløgur út, sum hava selt 257.000 eintøk.

G4, nr. 2 í 1. sæson. Bólkurin hevur givið tríggjar fløgur út, sum tilsamans hava selt 1,5 milliónir eintøk.

 

2. sæson:

Shayne Ward, vinnari av 2. sæson. Hann hevur givið tvær fløgur út, sum hava selt 935.000 eintøk.

Andy Abrahan, nr. 2 í 2. sæson. Hann hevur givið tvær fløgur út, sum hava megnað at selja 350.000 eintøk.

Journey South, nr. 3 í 2. sæson. Hann hevur eisini givið tvær fløgur út, sum hava selt 435.000 eintøk.

 

3. sæson:

Leona Lewis vann 3. sæson. Hon hevur higartil givið eina fløgu út, sum hevur givið henni bestu úrslitini úr X Factor higartil ? hon hevur nevniliga megnað at selja heili 1,8 milliónir eintøk av fløguni.

Ray Quin, nr. 2 í 3. sæson. Hann hevur givið eina fløgu út, sum hevur selt 215.000 eintøk.

Ben Mills, nr. 3 í 3. sæson. Hann hevur givið eina fløgu út, sum higartil hevur selt 133.000 eintøk.