Soleiðis gongur við húkaveiðini

- Streymurin harðnar, men veðrið verður gott. So, helst verður nakað av útróðri.

 

 

Seinastu dagarnar hava fimm línuskip roynt á landgrunninum, eitt fiskar í íslendskum sjógvi, og trý eru á Íslandsrygginum.

- Skipini á landgrunninum fáa mest av toski og hýsu og nakað av longu og brosmu. Veiðan í íslendskum sjógvi er blandað, og veiðan á Íslandsrygginum er mest toskur, svartkalvi, blálonga og nakað av lira.

Á Fiskamarknaði Føroya roknaðu tey við einum línuskipi fyrst í hesi vikuni, og so koma møguliga trý inn at landa seinni í vikuni.

- Streymurin harðnar, sum vikan gongur, men veðrið verður gott. Væntandi verður nakað av útróðri. Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski, verður lagt aftrat.