- Øll partrolarapør eru til fiskiskap. Vit vænta, at tvey ella trý pør koma inn at landa mánadagin, og síðan koma nøkur pør seinni í vikuni.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at bara ein er til fiskiskap og kemur inn at landa mánadagin. Hesin hevur mest av svartkalva og nakað av kongafiski.
- Tríggir trolbátar eru á landleiðini, og ein kemur inn at landa mánadagin og tveir seinni í vikuni. Trolbátarnir hava mest av toski, tungu, reyðsprøku og havtasku.
Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin hjá trolbátunum á landleiðini er á einari leið. Tveir trolbátar eru á Íslandsrygginum, og teir koma báðir inn at landa fyrst í vikuni sum kemur.