Soleiðis fullu Oscars-heiðurslønirnar

(Eftir Guðrun Jonsdóttir, praktikant)

 

Franski svart/hvíti stummfilmurin “The Artist” fekk fimm Oscar-heiðurslønir í nátt, og tað sama fekk filmurin “Hugo Cabret” eftir Martin Scorsese.

Franski filmurin um følnandi stummfilmsstjørnuna vann heiðurin sum besti filmur, Jean Dujardin fekk heiðurin fyri besta høvuðsleiklut hjá monnum og Michel Hazanavicius fyri bestu leikstjórnan.

Meryl Streep fekk sína triðju Oscar-heiðursløn fyri besta høvuðsleiklut hjá kvinnum fyri avrik sítt sum Margaret Thatcher í filminum um Jarnkvinnuna.

Síðst, Meryl Streep fekk eina Oscar-heiðursløn, var fyri 30 árum síðani.

 

Hesi vunnu eisini:

Besti filmur: The Artist

Besti mannligi høvuðsleikari: Jean Dujardin fyri 'The Artist'

Besti kvinnuligi høvuðsleikari: Meryl Streep fyri 'The Iron Lady'

Besti leikstjóri: Michel Hazanavicius fyri 'The Artist'

Besta filmslist: Robert Richardson fyri 'Hugo'

Besta listastjørn: Dante Ferretti og Francesca Lo Schiavo fyri 'Hugo'

Besta klædnasnið: Mark Bridges fyri 'The Artist'

Besta smyrsl: Mark Coulier og J. Roy Helland fyri 'The Iron Lady'

Besti útlendski filmur: 'A Separation' frá Iran

Besti kvinnuligi hjáleikari: Octavia Spencer fyri 'The Help'

Besta filmsviðgerð: 'The Girl with the Dragon Tattoo'

Kirk Baxter og Angus Wall

Besta ljóðviðgerð: Philip Stockton og Eugene Gearty fyri 'Hugo'

Besti dokumentarfilmur: 'Undefeated' av TJ Martin, Dan Lindsay og Richard Middlemas

Besti ''livandi'' filmur: Gore Verbinski for 'Rango'

Bestu visuellar effektir: Rob Legato, Joss Williams, Ben Grossman og Alex Henning fyri 'Hugo'

Besti mannligi hjáleikari: Christopher Plummer fyri 'Beginners'

Besti tónleikur (orginalt lag): Ludovic Bource fyri 'The Artist'

Besti tónleikur (Orginalur sangur): Bret McKenzie fyri 'Man or Muppet'