Soleiðis fer valið hjá Demokratunum í Iowa fram

Tað er ymiskt frá stati til stat í USA, hvussu valið av forsetavalevni hjá flokkunum fer fram.

Ein fyribilsuppteljing í Iowa í USA hevur sent Pete Buttigieg á odda í stríðnum um at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum.

Bernie Sandres hevur næststørstu undirtøkuna, meðan Elizabeth Warren er á triðjaplássi.

Úrslitið var vænatað í nátt, men var seinkað í næstan eitt samdøgur. Tað var sambært flokkinum orsakað av einum »kvalitetskekki«.

Valskipanin í Iowa er øðrvísi enn í undanvalunum í hinum statunum. Tað verður nevnd eitt cacus, sum svarar til ein veljarafund her á okkara leiðum, har flokslimir so velja.

Her eitt sindur meira um, hvussu valskipanin er:

–      Tað er ymiskt frá stati til stat, hvussu teir báðir størstu flokkarnir, Demokratarnir og Repub likanararnir – skipa valið av forsetavalevni sínum.

–      Í flestu statum eru undanval. Tað eru vanlig val, har veljarar møta upp og í loyndum seta kross við eitt ávíst valevni á einum atkvøðuseðli.

–      Í Iowa og nøkrum fáum øðrum statum vera slík caucus hildin.

–      Caucus er eitt slag av óformellum veljarafundaratkvøðugreiðslum. Her hittast flokslimir í privatum heimum, á skúlum, í kirkjum ella í samkomuhúsum fyri opið at býta seg, alt eftir hvat valevni tey stuðla.

–      Summastaðni kjaka luttakararnir seg fram til semju, meðan tað aðrastaðni bert er talan um, at tey møta upp og atkvøða. Sjálv atkvøðugreiðslan fer fram annaðhvørt við atkøvðuseðli ella við fysiskari uppteljing á staðnum.

–      Fyri at taka lut í einum caucus í Iowa skalt tú vera skrásettur limur í annaðhvørt Demokratunum ella hjá Republikanarunum.

–      Um eitt valevni ikki fær 15 prosent stuðul millum tey møttu, kunnu hansara stuðla flyta sína atkvøðu til onkran annan. Hendan tilgongdin kann taka nakrar tímar.

–      Úrslitini frá veljarafundunum verða tald saman til úrsltiið fyri Iowa.

–      Í ár verður ikki bert almannakunngjørd endaliga úrslitið av veljarafundunum í Iowa. Eisini verður almannakunngjørt, hvat valevni fekk størstan stuðul í fyrstu syftu. Samstundis verður almannakunngjørt, hvussu veljarar hava flutt seg gjøgnum tilgongdina.

–      Í statinum Iowa búgva tríggjar milliónir fólk. Staturin er á stødd sum tríggjar ferðir Danmark.