Faroe Seafood
Í tíðindaskrivi í síðstu viku kunnaðu leiðslan í Framtaksgrunni Føroya og Faroe Seafood um, hvussu gongdin verður í sambandi við søluna av fyritøkuni, P/F Faroe Seafood.
Arbeiðið í sambandi við søluna, sum verður fyriskipað av Corporate Finance hjá KPMG í Keypmannahavn, verður skipað í trimum stigum.
Fyrsta stig
Fyrsta stigið verður, at áhugaðir keyparar skulu seta seg í samband við Corporate Finance, sum eisini fer at seta seg í samband við úrvaldar keyparar heima í Føroyum og í útlandinum. Ein stutt lýsing av P/F Faroe Seafood og ein trúnaðaravtala verður útflýggjað. Allir keyparar fáa álagt at undirskriva trúnaðaravtaluna, áðrenn farið verður víðari og víðfevnda sølutilfarið, Information Memorandum (IM) viðvíkjandi Faroe Seafood verður útflýggjað.
- Við støði í IM verður væntað, at áhugaðir keyparar skrivliga sýna teirra áhuga í at keypa P/F Faroe Seafood við at geva eitt óbindandi indicativt boð, sum tað eitur, til Corporate Finance í seinasta lagi, 21. november 2005, siga Framtaksgrunnurin og Faroe Seafood.
Næsta stig
Næsta stigið verður tikið við støði í innkomnum indicativu boðunum.
- Her velir Framtaksgrunnurin eitt avmarkað tal av keyparum at verða við í framhaldandi pressuni. Partarnir, sum verða útvaldir til 2. stig, fáa meira kunning um felagið í eini framløgu frá leiðsluni og fáa haraftrat atgongd til dátarúm og høvi at vitja á virkjunum. Fyri at halda fram í prosessini, mugu keyparar nú geva eitt endaligt og bindandi boð.
Næsta stigið byrjar stutt eftir, at fyrsta stigið er gjøgnumført.
Triðja stig
Í triðja og seinasta stigi, verður støðið tikið í endaligu og bindandi boðunum, sum komin eru.
- Her velir Framtaksgrunnurin teir partar út, ið skulu verða við í endaligu samráðingunum, eini nágreiniligari gjøgnumgongd og formligari lokan av søluni, sum sagt verður.
Í tíðindaskrivinum verður dentur lagdur á, at Framtaksgrunnur Føroya staðiliga tilskilar sær rætt til at enda ella at broyta søluprosessina og at góðtaka ella vraka eitt og hvørt boð - uttan mun til, um hetta er hægsta ella ikki.
- Hetta tilskilar Framtaksgrunnurin sær rætt til í øllum nevndu stigum í søluprosessuni, siga Framtaksgrunnur Føroya og Faroe Seafood.
Tað eru nevndarformenninir í feløgunum báðum, Dagnar S. Joensen og Óli Hansen, sum hava undirskrivað tíðindaskrivið um, hvussu søluprosessin av P/F Faroe Seafood fer at fara fram.