Soleiðis feldu teir bjørnina

Tað var tann fullkomna sendingin innfyri úr høgru síðu, ið legði lunnar undir føroyska sigurin í gjárkvøldið. Jóhan Ellingsgaard vann bóltin og legði innfyri, har Jóan Símun Edmundsson kom stormaði og í stórum stíli skallaði bóltin hart í russiska málið. Soleiðis, 1-0!

FÓTBÓLTUR

 

Út frá teimum málmøguleikum, sum vóru í Gundadali í gjárkvøldið, kundu saktans komið fleiri mál. Føroyar kundu fyri tað verið á odda 2-0 í hálvleikinum og økt til 3-0 tíðliga í seinna hálvleiki, eins og russar saktans eisini kundu fingið okkurt málið.

Men soleiðis skuldi tað altso ikki verða hesa ferð. Har kom bara tað eina málið, men talan var eisini um eitt av teimum betru, skal sigast.

– Bólturin kom fram í høgru síðu, heilt afturi frá málmanninum hjá okkum. Annar miðverjin hjá teimum royndi at halda upp á bóltin, men eg fekk trýst hann, so hann misti bóltin, og so royndi eg bara at fáa lagt innfyri til Jóan Símun, sum eg sá koma rennandi, sigur Jóhan Ellingsgaard, ið annars hevði fleiri aðrar møguleikar at spæla bóltin inn í russiska brotsteigin.

– Har vóru onkrir aðrir av okkara monnum eisini, men eg gitti, at teir fóru at renna fram ímóti fremru stong, so tí valdi eg heldur at royna at finna Jóan Símun, sum kom rennandi eitt sindur aftari enn hinir.

Sjálvur helt málskjúttin, at talan var um einki minni enn eina fullkomna sending, hann fekk at arbeiða við inni fyri russiska málinum:

– Jóhan kom frameftir í høgru síðu og sneiddi einar tveir av, haldi eg, áðrenn hann legði bóltin innfyri. Tað var eitt perfekt innlegg, sum eg bara skuldi seta pannuna á, segði Jóan Símun Edmundsson, sum eisini var spurdur, um hann væntar at byrja inni aftur á U21-landsliðnum eina aðru ferð.

– Ja, eg havi í øllum førum eina góða grund fyri at byrja aftur næstu ferð. Men akkurát nú eri eg bara glaður. Hetta var heilt fantastiskt, og hetta er tað størsta, eg havi roynt sum fótbóltsspælari. Vit royndu at standa kompaktir har afturi, men eg haldi, at vit allíkavæl skaptu líka nógvar kjansir sum teir.