Soleiðis fekk hann starvið

Jón søkti starvið sum danskur dómari í altjóða Mannarættindadómstólinum í Strasburg aðru ferð, tað varð lýst leyst at søkja

Men mannagongdin við starvssetanina er nakað torgreiddari í mun til flest onnur størv.
Tað er Dommerudnævnelsesrådet, sum telur fimm limir, sum viðger allar starvsumsóknirnar. Tey velja so tríggjar umsøkjarar út, sum tey meta vera best skikkaðar. Hesar tríggjar umsóknirnar verða síðani latnar Ansættelsesudvalget at taka støðu til. Um hesi eru samd og halda, at talan er um skilagóðar umsóknir, verða tær sendar einum ráðgevandi pallborði, sum síðani hyggur øll nøvn, umsóknir, CV og annað ígjøgnum. So er tað danska stjórnin, sum sendur nøvnini til Evroparáðið, har ein serligur arbeiðsbólkur kallar tey innstillaðu til samrøðu í París. Eftir samrøðurnar ger arbeiðsbólkurin eitt tilmæli, sum síðani verður sent Evropatinginum. Og tað vórðu hesi, sum týsdagin greiddu atkvøðu og valdu Jón Fríðrik Kjølbro at vera danskur dómari í Mannarættindadómstólinum í Strasburg.