Soleiðis fært tú succes á arbeiðnum

Tú kanst gera nógv sjálvur fyri at vinna fram á arbeiðsplássinum hjá tær. Her eru nøkur góð ráð um, hvat tú kanst gera

1. Tosa og tala

Evnini at tosa við nógv ymisk fólk eru avgerandi fyri at gera eitt gott inntrykk. Lær teg eisini at halda talur. Tað ber til at leita sær ráðgeving á hesum øki, men tú kanst eisini venja teg við at halda røður í føðingardøgum og til brúdleyp.


2. Sjálvsálit, tá avgerðir skulu takast

Um tú hevur sjálvsálit, tá tú tekur eina avgerð, vísur tú leiðaraevni. Um tú alla tíðina óttast at taka eina skeiva avgerð, so skalt tú lata verða við at taka avgerðir. Um tú vilt klatra upp eftir stiganum, so mast tú eisini gera tær greitt, at tað hevur við sær størri ábyrgd og evni til at taka avgerðir og standa við tær.


3. Ábyrgdarkensla

Kann mann rokna við, at tú gert tað, sum tú sigur? Um tað ikki ber til, so hendir tað skjótt, at tú ikki kemur úr stað. Fólk rundan um teg meta teg millum annað eftir, um tú ert ábyrgdarfullur, og um tað er samanhangur millum tað, sum tú sigur og gert.


4. Jaligur hugburður

Øll elska jalig og glað mennisku. Um tú heilsar og smílist til folk rundan um teg og tekur tær tíð til at práta við folk, so kemur tað tær til góðar seinni. Sosialu evni kunnu sjálvandi venjast, um tú ikki ert eitt natúrtalent.


5. Presentabul útsjónd

Tú skalt læra at verða presentabul, tí tað økir um møguleikarnar at fáa størri ábyrgd á arbeiðsplássinum. Hugsa um klæði, hár og útsjónd annars. Tað gevur teimum rundan um teg eina ábending um, at tú hevur stýr upp á tilveruna. Um tú gert eitt innsats fyri tína útsjónd, hjálpir tú eisini tær sjálvum á øðrum økjum.


6. Umsit tíðina væl

Tíð er pengar – og tað er umráðandi at fáa tíðina til at arbeiða fyri tær. Seta evstamørk fyri tínum uppgávum og set tínar uppgávur á listar. Brúka kalendara, hald avtalur og hav skil í tí, sum tú skalt gera. Hetta ljóðar einfalt, men tað eru nógv, sum ikki megna at umsita sína tíð og tí spilla tíðina burtur.