Vit eiga at sleppa ætlanunum um at gera undirsjóvartunnil í Sandoy og at longja flogvøllin í Vágum og at byggja ein altjóða flogvøll fyri pengarnar, sigur framsøgumaðurin hjá Tjóðveldinum í vinnumálum - Tað fyrsta, sum nýggja Løgtingið noyðist at taka støðu til eftir løgtingsvalið 19. januar, er, um vit ikki skulu sleppa ætlanunum um at gera undirsjóvartunnil í Sandoy og at longja flogvøllin í Vágum.
Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, nú valstríðið upp undir Løgtingsvalið er við at verða skotið ígongd av álvara.
Vit eiga beinanvegin at taka avgerð um, at vit skulu hava ein altjóða flogvøll í Føroyum
Pengarnir skulu fáast til vega við at sleppa ætlanunum um at longja vøllin í Vágum og um at gera undirsjóvartunnil í Sandoy.
Eeinasta endamálið við at longja vøllin í Vágum at gera hann betri hóskandi til flogførini, sum Atlantsflog hevur nú og sum ikki verða gjørd longur.
- Hin íløgan er undirsjóvartunnilin í Sandoy, sum fer at kosta 1,2 milliard, tá ið allur kostnaður er tikin við.
- Samstundis er tað eisini ávíst, at hann klárar bara at forrentar 80 milliónir.
- Tað er ávíst, at hetta er tann íløgan, sum loysir seg allar ringast av øllum fyri samfelagið.
Tórbjørn Jacobsen vísir á, at strika vit hesar báðar íløgurnar, hava longu vit 1,6 milliard til ein altjóða flogvøll í Føroyum.