Tað ræður um at ansa sær í ferðsluni í morgun. Tí Landsverk sigur frá hálku og fitt av vindi í støðum kring landið. Her er yvirlitið hjá Landsverk frá umleið klokkan 7.30.
- Høgareyn - kl. 07:28 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 27 m/s
- Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 18:47 Stormur, í hvirlunum upp til 27 m/s
- Dalavegur til Viðareiðis - kl. 07:28 Roknast kann við hálku
- Gjáarskarð - kl. 07:25 Roknast kann við hálku
- Kambsdalur - kl. 07:28 Roknast kann við hálku
- Runavík - kl. 07:28 Roknast kann við hálku
- Tjørnuvíkarvegurin - kl. 07:28 Roknast kann við hálku
- Høgareyn - kl. 07:28 Roknast kann við hálku
- Á Sandavágshálsi - kl. 07:28 Roknast kann við hálku
- Vatnsoyrar - kl. 07:28 Roknast kann við hálku
- Kaldbaksbotnur - kl. 07:25 Roknast kann við hálku










