Tað er nógvur vindur um alt landið í dag, og ringa veðrið hevur í stóran mun darvað samferðsluni. Tað ræður um at vera varin við bili í óveðrinum, tí tað kann vera sera nógvur vindur í hvirlunum.
Soleiðis sigur Landsverk um koyrilíkindini:
- Gjáarskarð - kl. 18:42 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 36 m/s
- Kambsdalur - kl. 18:55 Skrið, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 18:55 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
- Høgareyn - kl. 18:55 Skrið, í hvirlunum upp til 30 m/s
- Á Sandavágshálsi - kl. 18:55 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
- Kaldbaksbotnur - kl. 18:54 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 38 m/s
- við Velbastaðháls - kl. 18:54 Stormur, í hvirlunum upp til 36 m/s
- Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 18:55 Skrið, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 18:59 Kolandi stormur, í hvirlunum upp til 42 m/s
- Porkerishálsur - kl. 18:55 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 38 m/s