Landsverk sigur frá, at tað er nógvur vindur á Norðadalsskari, har hann sigur upp í 26 m/s. Annars eru upp í 18 m/s á Fámjinsvegnum í Suðuroynni. Tað eru upp til 20 m/s í Skopunarhavn, 17 m/s á Glyvursnesi, 16 m/s á Kambsdali, og 15 m/s á Streymnesi. Tað er ikki hált í morgun, tí hitastigini eru upp í 8-9.
Hann øtlar veðrið í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind um náttina, 15 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í, tó okkurt æl. Um náttina meiri skýggjað og regn. Hitin millum 5 og 8 stig.
Týsdagin
Hann makar vindin í lot til andøvsgul og hækkar í ein norðan og landnyrðing, 2 til 7 m/s. Skýggjað og regn, men út á dagin klárnar í, serliga norðanfyri. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina veksur hann vindin í gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig, í støðum frost.
Mikudagin
Hann veksur vindin í andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind um náttina, 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina niður í 4 kuldastig.